Tað hevur altíð verið so, at Havnar Róðrarfelag stóð fyri kappróðrinum á Ólavsøku.
Gamla Havnarfelagið hevur staðið fyri arbeiðninum, sum liggur í at skipa fyri róðrinum, og hevur somuleiðis fingið inntøkurnar frá róðrinum fyri seg sjálvt.
Ikki øll hava verið nøgd við tað, og tað hevur verið tosað um at broyta hetta leingi, so hini feløgini eisini fáa ein part av køkuni, tá róðurin er av. Nú eru feløgini vorðin samd um ein leist.
Sostatt hava róðrarfeløgini í Tórshavn í dag sent út tíðindaskriv um, at tey fara at ganga saman um at skipa fyri kappróðrinum á Ólavsøku.
Tað verða sostatt Róðrarfelagið Knørrur og Argja Róðrarfelag umframt Havnar Róðrarfelag, sum fara at skipa fyri kappróðri á Ólavsøku í ár.
Í felags tíðindaskrivi boðað feløgini frá at:
Tann 16/5-2014 var fundur millum Havnar Róðrarfelag, Róðrarfelagið Knørrur og Argja Róðrarfelag um at fyriskipa Ólavsøku kappróðurin í felag.
Á fundinum samdust feløgini m.a. um:
- At feløgini fyriskipa Ólavsøkukappróðurin á jøvnum føti, t.v.s. at partarnir hava somu skyldur sum ágóðar.
- At skipa eitt felag, sum øll trý feløgini varða av, og at hetta felagið skal fyriskipa kappróður og onnur inntøkugevandi tiltøk í samband við kappróðurin.
Feløgini meta, at við at ganga saman um Ólavsøkukappróðurin eru møguleikar fyri at menna tiltakið til frama fyri Ólavsøkuna og kappróðurin. Feløgini eru sera fegin um samstarvið og síggja fleiri møguleikar í samstarvinum frameftir.
Ætlanin er at víðka um tiltakið, við at hava fleiri tilboð til áskoðararnar, so at Ólavsøkuróðurin 2014 gerst enn meiri áskoðara vinarligur. Meira verður at hoyra um hesi tilboð og tiltak, tá fyrireikingarnar eru komnar longur.










