Nú skulu krøv setast til, hvør kann vera duravørður í skeinkistøðum og dansistøðum í Føroyum. Tað ætlar Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum og tað er við í einum uppskoti, hann hevur lagt fyri Løgtingið um virksemið hjá matstovum og skeinkistøðum.
Í hesum sambandi hevur løgreglan gjørt vart við, at í Føroyum eru eingi krøv til tey, sum verða sett sum duravørðar á skeinkistøðum og dansistøðum. Løgreglan sigur eisini, at dømi eru um at persónar, sum eru dømdir fyri álvarsom brotsverk, og sum eru kendir úr narko-umhvørvinum, ella ella eru settir í sambandi við anabolskar steroidir, hava virkað sum duravørar.
Dømi eru eisini um at persónar, sum eru dømdir fyri harðskap í sambandi við sítt yrki sum duravørður, framhaldandi verða verða brúktir sum duravørðar.
Duravørðar hava við full fólk at gera og tað kann vera sett serligt høvi til at seta ávísar treytir til teir, og løgreglan hevur tískil biðið politiska myndugleikan umhugsa um at tað ikki skal vera ein treyt fyri at fáa skeinkiloyvið, at duravørðar lúka ávís krøv, eitt nú um at fara á skeið.
Poul Michelsen sigur, at hann tekur hetta til eftirtektar. Tað er ikki alt virksemi, sum krevur duravørð, men kortini er vanligt at hava duravørðar á diskotekum og vertshúsum, sum eru opin um náttina.
– Í Føroyum eru ongar reglur um duravørðar, og tískil kann ein og hvør røkja eitt slíkt starv, staðfestir Poul Michelsen.
– Fólk, sum eru úti um kvøldarnar og um næturnar, kunnu koma soleiðis fyri, at tey ikki klára seg sjálvi og tá er umráðandi, at ansað verður eftir, at tey ikki koma sær í óføri ella taka sær óráð fyri, heldur Landsstýrismaðurin.
Hann heldur, at tískil hevur tað avgerandi týdning, at duravørðar hava neyðugu fakligu og persónligu førleikarnar at røkja uppgávuna, tí tær støður og hendingar, sum duravørðar eru fyri í starvi sínum, seta serlig krøv.
– Duravørðar arbeiða í einum umhvørvi, har tað koma nógv fólk, eisini heilt ung fólk, sum hava drukkið, og tí er serligur tørvur á at tryggja, at tey fólkini, sum arbeiða í umhvørvinum, eru skikkað og ábyrgdarfull, sigur landsstýrismaðurin.
Tí fer hann at krevja, at tey, sum fáa skeinkiloyvi skulu hava starvsfólk, sum lúka ávísar treytir, áðrenn tey kunnu verða sett sum duravørðar.
Ein treyt kann vera, at tey duga fyrstuhjálp, duga at brúka sløkkiútgerð og vita, hvar rýmingarleiðirnar eru. Landsstýrismaðurin heldur somuleiðis, at duravørðar skulu hava prógv fyri, at teir eru ikki revsaðir fyri viðurskifti, sum kunnu bera í sær, at starvið ikki verður røkt á fullgóðan hátt.
Krøvini, sum verða sett, fara at tryggja, at allir duravørðar eru skikkaðir at taka sær av teimum uppgávum, sum arbeiðið hevur við sær, sigur landsstýrismaðurin.