Mánakvøldið hin 6. mai klokkan 19 skipar Hvalbiar kommuna fyri borgarafundi um nýggjan bátahyl á Hamranesi.
Fundurin verður í skúlanum í Hvalba, og við á fundinum verða umboð fyri Hvalbiar kommunu og umboð fyri Landsbyggifelagið.
Í samband við ætlanina um nýggjan bátahyl á Hamranesi, verður á fundinum eisini høvi at gera viðmerkingar og seta spurningar.
Á borgarafundinum verður framløga, og tá fundurin fer at líða, verður eisini samanumtøka, eins og høvi verður at fáa sær ein kaffimunn.