Í Sýrialandi hevur stjórnin samtykt at loyva nýggjum politiskum flokkum, men tó við teirri treyt, at teir skulu virða demokratisk grundvirðir, sum tann almenna tíðindastovan orðar tað. Síðani hernaðarkvettið í 1963 hevur stjórnarflokkurin Baath verið tann einasti, sum hevur havt loyvi til at virka í Sýrialandi, men áhaldandi mótmælistiltøk teir seinastu fýra mánaðirnar hava fingið stjórnina at umhugsa støðuna.
Umframt demokratisk grundvirðir skulu nýggir flokkar virða landsins grundlóg og rættartrygd. Hetta kann tykjast eitt sindur løgið, tí mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at sýriska stjórnin virðir hvørki grundlógina ella rættartrygdina.
Fríggjadagin var ófriður í fleiri sýriskum býum, og minst 11 fólk lógu eftirá, skrivar AFP.









