Sleppa at søkkja útróðrarbát á Borðoyarvík

Umhvørvisstovan hevur veitt loyvi til, at ein útróðrarbátur úr timbri verður settur niður á botn á Borðoyarvík til frítíðarkavarar at kava niður á. Tað boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi í dag.


Stovnurin hevur givið undantak til verkætlanina, hóast altjóða lóg staðfestir, at tað er banna at søkkja skip, um talan er um burturbeining.


Umhvørvisstovan grundar undantakið á, at tað er loyvt at seta ella byggja eitthvørt á havbotninum til ávíst endamál. Tá kann millum annað eitt skip ella bátur, sum annars skuldi verið burturbeint, nýtast í staðin fyri annað tilfar, treytað av, at tað ikki førir dálking ella hevur annan skaða á náttúru og umhvørvi við sær.


Tískil hevur stovnurin givið loyvi til verkætlanina, um alt dálkandi tilfar fyrst verður burturbeint, umframt at loyvishavin skal tryggja og hava eftirlit við, at skipið verður liggjandi, at loyvishavin skal taka møguligar vraklutir upp, og av skipið verður tikið upp og burturbeint, um óvæntað dálking, ampar ella skaði stendst av tí, ella um skipið ikki verður brúkt til ætlaða endamálið.


Møguligt er at kæra avgerðina hjá Umhvørvisstovuni til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Sirið Stenberg.