Tað gjørdist ein drúgvur fundur, sum Kári P. Højgaard við sínum ráðgevum hevði við Rættarnevndina.
Tað váttar landsstýrismaðurin sjálvur, men vísir annars til forkvinnuna í Rættarnevndini.
Og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir er sera væl nøgd við fundin.
- Ja, fundurin gjørdist drúgvur, men tað skal síggjast í ljósinum av teimum sera, sera nógvu spurningunum, sum nevndin hevði til landsstýrismannin, sigur forkvinnan.
Heilt stóri spurningurin í hesum sambandi var, um Rættarnevndin slapp at síggja sáttmálan, og tað sleppa tey.
- Vit hava fingið lovað frá Kára P. Højgaard, at limirnir í Rættarnevndini sleppa at síggja sáttmálan, um tey ynskja, men tað skal henda í trúnaði, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygdóttir.
Rættarnevndin hevur innkallað eina rúgvu av fólkum og stovnum í sambandi við Eysturoyartunnilin.
- Eg haldi, at tað hevur sera stóran týdning, at vit fáa øll ivamál upp at venda, so vit kunnu føla okkum so trygg, sum gjørligt, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Hetta er av stórum týdningi hjá forkvinnuni.
Tað er landsstýrismaðurin, sum ger sáttmálan, men tað er løgtingið, ið smíðar lógirnar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Fundur erður aftur í nevndini fríggjadagin.
Tá verður tað Copenhagen Infrastructional Partners og Búskaparráðið, ið koma at greiða frá, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini.









