John Johannessen
2. oktober er freistin úti at søkja um loyvi at gagnnýta reina kelduvatnið úr Sumbiarbergholinum til vinnuligt endamál.
Vinnumálastýrið lýsti í endanum av juni mánaði í bløðunum, at nú kundi søkjast um loyvi at selja vatnið. Men kortini hevur Vinnumálastýrið enn onga umsókn fingið á borðið.
Úr Vinnumálastýrinum verður sagt, at áðrenn lýst varð eftir umsóknum fekk stýrið fleiri fyrispurningar um at sleppa at tappa vatnið úr bergholinum.
Hesir fyrispurningar uppfylla kortini ikki allar tær treytir, kravt verður í lýsingini. Tí hevur Vinnumálastýrið gjørt teimum áhugaðu vart við, at tey skulu søkja av nýggjum, ætla tey sær at fáa loyvi. Tískil roknar Vinnumálastýrið við at fáa fleiri umsóknir, áðrenn freistin er úti.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.
Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!
jh










