Danska Matvørueftirlitið fer at geva handlum loyvi til at selja matvørur, sjálvt um dagmerkingin er farin út um seinasta søludag. Eftir teimum reglunum, sum nú eru, skulu matvørurnar takast av hillunum, tá seinasti søludagur er farin. Men nú sigur Matvørueftirlitið, at tað er at spilla mat burtur.
Sambært Matvørueftirlitinum er tað ikki vandamikið fyri heilsuna at eta mat, sum er eldri enn seinasta søludag, men okkurt undantak er kortini.
Talskvinnan hjá Matvørueftirlitinum, Nina Læssø Jakobsen, sigur við TV2, at endamálið við broytingini er, at minni matur skal fara til spillis. Sum skilst er Búkararáðið ikki serliga fegið um ætlanina hjá Matvørueftirlitinum.