Býráðið í Moskva samtykti í dag at loyva politiskum andstøðufólki at ganga mótmælisgongu í býnum um vikuskiftið. Mótmælisgongan verður vend ímóti Vladimir Putin, forseta, og nógv fólk hava longu boðað frá luttøku.
Fyrireikararnir hava eisini boðað frá tilsvarandi mótmælistiltøkum í fleiri øðrum russiskum býum um vikuskiftið.
Í Moskva er ætlanin, at tey mótmælandi skulu koma saman á Pushkin-torginum, og at tey so skulu ganga haðani til Sakharovgøtuna. Fyrireikararnir siga, at teir vænta fólk í tíggjutúsundatali at ganga mótmælisgongu ímóti forsetanum.










