Føroyar og Ísland samdust í gjár um ein øðrvísi fiskirættindasáttmála fyri 2007. Tað nýggja við hesari semjuni er, at føroysk skip sleppa at landa íslendska lodnu til matna í Føroyum. Harafturat fáa íslendsk ísfiskaskip kanska betri møguleikar at avreiða í Føroyum, tí tey skulu ikki missa kvotu, fara tey til Føroya at avreiða.
Semjan sigur eisini, at skipini kunnu frysta lodnu tveir triðingar fyri 15. februar næsta ár og ein triðing eftir hálvan februar. Partarnir samdust eisini um, at í mesta lagi 12 íslendsk svartkjaftaskip kunnu fiska í føroyskum sjógvi í senn.
Føroyska botnfiskakvotan í íslendskum sjógvi er óbroytt. Hon er 5.600 tons eins og í fjør, og av kvotuni eru 1.200 tons toskur og 80 tons kalvi.
Samráðingarnar um sáttmálan vóru í Keypmannahavn í gjár.