Sleppa at kanna makrel eitt ár afturat

Havstovan hevur nú fingið fígging til at kanna makrelin á landgrunninum í eitt ár afturat. - Endamálið er at kanna, hvørja ávirkan makrelurin hevur á vistskipanina í føroyskum øki, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur.

Hann sigur, at tað er mest sannlíkt, at veksandi nøgdin av makreli undir Føroyum og á Landgrunninum hevur ført við sær, at vistskipanin er broytt, serliga í ovaru løgunum, har makrelurin vanliga gongur.

- Vit vita tó ikki hvørjar broytingarnar eru, sigur hann hann.

Seinnu árini er føroyskt øki blivið eitt av uppvakstrarøkjunum hjá makreli, men ein spurningur er, hvat hann etur.

Tekur hann yngul og rogn av øðrum fiski sum toski, hýsu, upsa og nebbasild, og sostatt ávirkar hesar stovnar negativt?

- Ella etur hann somu føði sum úti á opnum havi, nevniliga reyðæti, og tí ikki beinleiðis ávirkar botnfiskastovnarnar?

Fyribils vísa úrslitini, at makrelur fyri tað mesta etur djóraæti alt summarið. Hann etur tó eisini fisk, serliga frá august og út eftir. Nakað av rogni undan fiski og djóraæti verða etin í mai mánað.

Eisini verður kannað, hvussu leingi makrelurin er á Landgrunninum, og hvar hann er.

Trupulleikin við kanningunum í summar var, at Havstovan ikki fekk royndir av makreli inni við land í fyrru helvt av kanningartíðarskeiðinum, sum er frá mars til august.

- Ein orsøk til hetta var, at fiskiskapurin eftir makreli fyri tað mesta var úti á djúpum vatni, samstundis sum tað gekk illa at fáa makrel við dorg nær landi og tí ber ikki til at koma við eini nágreiniligari niðurstøðu enn.

- Vónandi fer at eydnast at fáa royndir av makreli á Landgrunninum tíðliga í summar, soleiðis at staðfestast kann, hvørja ávirkan makrelurin hevur á annað lív í føroyskum sjóøki, sigur Jan Arge Jacobsen, sum heitir á tey, ið fáa makrel nær landi, um at lata Havstovuni eini 5-10 makrelar at kanna.

Kortið vísir í hvørjum mánaði og hvar á Landgrunninum magaroyndir eru tiknar av makreli í 2011. Ljósi liturin er dýpið grynri enn 200 metrar og myrki liturin er ímillum 200 og 500 metra dýpi.