Tónleikastevnan, sum verður við Brúnna á Oyrarbakka leygardagin 11. juli, setir nú fýra nøvn afturat á listan fyri tónleikarar, sum fara at framføra á stevnuni. Tey eru tónleikabólkurin, Flamma, og einstaklingarnar Kristina Bærendsen, Alex Bærendsen og Nicolina av Kamarinum.
Bæði Kristina, Alex og Nicolina fara at syngja og spæla við tónleikarum afturat sær.
Kristina hevur rættiliga gjørt vart við seg við kenslubornum og løttum tónleiki. Hinvegin er pápi hennara Alex Bærendsen, gamal í garði við nógvum kendum sangum á skránni
Nicolina, sum hevur búð á Langasandi, síðani hon var heilt ung, er langt síðani vorðin fólkaogn í Føroyum. Hon hevur nú í stíva hálva øld fingið fólk bæði at lurta, dansa og syngja við og við Brúnna fer hon eisini at syngja ”Tá kvøldið kemur” og ”Mær leingist”, og fleiri aðrar landaplágur
Flamma er ikki so gamal bólkur, men tá ið tey eru á palli, er tað við nógvari orku og spæligleði og við Brúnna fara tey eisini at spæla okkurt nýtt.