Sleppa at halda fram - men sleppa ikki at veksa

Teir størstu reiðararnir í landinum verða ikki noyddir at selja burtur av, men teir sleppa heldur ikki at økja virksemið enn meiri.

Teir reiðarar, sum nú eiga meiri enn teir kunnu eiga eftir nýggju fiskivinnuskipanini, verða ikki noyddir at skerja virksemið. Men teir sleppa heldur ikki at økja enn meiri um virksemið.

 

Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Í sambandi við ætlanina at gera eina nýggja fiskivinnunýskipan, hevur tað serliga vakt ans, at ætlanin er at seta hámark fyri, hvussu nógv fiskirættindi, hvør einstakur reiðari kann hava. Endamálið við tí er at spjaða virksemið á fleiri hendur, og sostatt fyri at spjaða virksemið um alt landið. Men endamálið er eisini at spjaða váðan og at gera búskapin minni heftan at einstøkum fyritøkum.

 

Og nú hevur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, spurt Høgna Hoydal, hvussu verður við teimum reiðarum, sum í dag eiga meiri enn hámarkið sigur, at teir kunnu eiga.

 

Hoydal sigur, at allir reiðarar, sum í dag eru omanfyri markið, kunnu halda fram ótarnaðir.

 

Hann sigur, at byrjanarstøðið verður 1. januar í 2018, so allir reiðarar kunnu varðveita tað virksemi teir hava 31. desember í ár.

 

Men teir reiðarar, sum tá eru omanfyri markið sleppa so hinvegin heldur ikki at økja enn meiri um virksemið. Og teir, sum eru undir markinum, kunnu ikki økja virksemið longur enn upp undir markið.

 

Hámarkið er, at ongin skal kunna eiga meiri enn 12 prosent av øllum fiskirættindum tilsamans og ímillum 15 og 35 prosent av rættindunum til ávís fiskasløg, alt eftir, hvørji sløg, talan er um.