Sleppa at fagna HM-hetjunum í Vágsbotni á ólavsøku

(Rás2) Hoyr Jonhard Hammer frá Miðlahúsinum greiða frá tiltakinum, har føroysku HM-hetjurnar eisini skulu heiðrast

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Jonhard Hammer frá Miðlahúsinum.

 

Í samrøðuni fortelur Jonhard Hammer um hvussu føroyska U21-landsliðið í hondbólti fer at verða fagnað á ólavsøku.

 

Fyrst verður ein resepsjón fyri U21-hópinum, og teirra nærmastu. Hjástaddir verða eisini sponsorar og umboð fyri føroysku miðlarnir.

 

Seinni um kvøldið verða føroysku HM-hetjurnar heiðraðar frá loftinum í Miðlahúsinum, og stóra fjøldin, ið stendur uttanfyri Miðlahúsið kann heilsa teimum.