Kommunalar útbyggingar
Tað er nú greitt, at kommunurnar sleppa at byggja meiri út tey komandu árini, enn upprunaliga ætlað eftir útbyggingarkvotuni, sum landsstýrið ásetti.
Landsstýrið hevði annars gjørt av, at tilsamans skuldu kommunurnar ikki byggja út fyri meiri enn 190 milliónir komandi ár.
Men hetta elvdi til stóra misnøgt, serliga hjá summum av teimum stóru kommununum. Tær siga, at eftir at alt hevur ligið stilt alla kreppuna, er tørvurin stórur á at fáa samfelagið uppundan aftur, nú tað er farið at ganga fram á aftur og tí er stórur tørvur á útbyggingum.
Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at kommunurnar hava tí roynt at fáa Landsstyrið at góðtaka, at útbyggingarmarkið verður hækkað.
?Kommunurnar eru ikki ósamdar í, at tað eigur at vera mark fyri, hvussu nógvar útbyggingar kunnu gerast um árið fyri ikki at missa tamarhaldið á búskapinum. Tað er heldur ongin ivi um, at undir vanligum umstøðum høvdu vit so dánt klárað okkum við 190 milliónir um árið.
? Men hetta eru ikki vanligar umstøður, tí nógv liggur á láni, sum tað er bráðneyðugt at fáa gjørt, eftir at alt hevur ligið lamið í kreppuni. Tí hava vit roynt at fáa Landsstýrið at hækka útbyggingarmarkið, sigur formaðurin í Kommunusamskipanini, har seks tær størstu kommunurnar eru limir.
Sleppa at byggja meiri
Kommunusamskipanin hevur havt nakrar fundir við Landsstýrið um málið og nú er líkt til, at vend er komin í.
? Eitt nú hava vit skotið upp, at havnaútbyggingar ikki skulu telja upp í útbyggingarkvotuna. Í øðrum lagi hava vit skotið upp, at útbyggingar í Havnir verða vektaðar, so at tær ikki telja fult. Eitt nú hava vit skotið upp, at utbyggingar í Havnir skulu ikki telja meiri enn 25%.
Tvs, at byggir ein kommuna havn fyri 10 milliónir, skulu bara 2,5 milliónir av teimum teljast við í útbyggingarkvotuna og at kvotan sostatt kann hækkast 7,5 millión.
Jógvan Krosslá sigur, at á tí seinasta fundinum Landsstýrið, gekk tað kommununum partvíst á møti.
?Landstýrið boðaði frá, at tað kundi góðtaka, at havnaútbyggingar blivu vektaðar 50%, sigur formaðurin í samskipanini.
Hann sigur, at fundur skal aftur verða við Landsstýrið í næsta mánaða og at semja vónandi tá fæst á, hvussu nógv útbyggingar í havnir skulu vektast, men at Kommunusamskipanin fer at gera sítt til, at tær verða vektaðar 25%, ella har niður ímóti.