Landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir við einum uppskoti, sum skal loyva føroyskum bryggjaríum at bryggja sterkari øl enn nú Eftir galdandi lóg hava føroysk bryggjari í ikki loyvi at bryggja øl, sum er sterkari enn 5,8 rúmprosent, men nú skal verða loyvt at bryggja sterkari, skrivar Dimmalætting.
Fólkaheilsuráðið hevur mælt til at avmarka søluna av tí sterka ølinum, soleiðis at tað einans verður til sølu á Rúsdrekkasøluni.
Sum skilst ætlar Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at fylgja hesum tilmælinum.










