FÓLKAKIRKJAN
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Yvirtøkan av fólkakirkjuni merkir ikki skilnað við ta donsku kirkjuna, staðfesti danski mentamálaráðharrin, Bertel Haarder á tíðindafundinum fríggjadagin. Hann legði dent á, at eisini framyvir er ætlanin at samstarva tætt.
Umframt at føroyskir prestar skulu sleppa at eftirútbúgva seg í Danmark, er ætlanin, at Føroya biskupur framvegis skal vera við, tá bisparnir í Danmark og biskupurin í Grønlandi hittast á fundum.
Harafturat sleppa føroyskir myndugleikar at brúka serkøna danska hjálp og møguliga rættarhjálp, um sonevndar lærusakir stinga seg upp. Tað vil siga um støða skal takast til, um til dømis ein prestur ikki verður mettur at hava boðað kirkjunnar læru.
Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum og limur í kirkjuliga fylgibólkinum, var til staðar á Norðurbryggjuni, tá yvirlýsingin varð undirskrivað. Hann metir tað hava stóran týdning fyri føroysku prestarnar, at teir framvegis sleppa eitt nú at eftirútbúgva seg og fara á skeið í Danmark. Harafturat vísir formaðurin í Prestafelagnum á, at í uppskotinum til løgtingslóg um Fólkakirkjuna í Føroyum, sum nú er til hoyringar, stendur m.a. í grein 7, stk. 3, at »Sóknarprestur (...) skal støðugt granska Guds orð og trúarinnar læru«.
Spurdur um hann væntar, at hetta eisini fer at galda í framtíðini, sigur Jákup Reinert Hansen, at tað er ein fíggjarligur spurningur.
Týdningarmikið at fara uttanlands
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur seg tó ikki hava hugsað um hetta, tá hann verður spurdur, um hetta kann samanberast við støðuna hjá føroyskum fólkaskúlalærarunum, ið fyri fáum árum kundu sleppa á ársskeið í Danmark.
Hann metir ikki, at til ber at samanbera lærarastættina, ið telur eini 700 fólk, og føroysku prestarnar, ið eru eini 20 í tali, men viðgongur, at hann ikki kann siga, hvat framtíðin fer at bjóða uppá.
Jógvan á Lakjuni undirstrikar tó, at hann metir tað vera týdningarmikið, at til dømis føroyskir prestar sleppa út um landoddarnar at kunna seg og nema sær kunnleika, og heldur, at hetta eisini kann fara fram aðrastaðni enn í Danmark og nevnir Ísland sum eitt møguligt dømi.