Sleppa at bowla í vikuni

Arbeiðið við teirri næstu bowlinghøllini í landinum er nú komið rættiliga væl áleiðis. Ein av fyrstu døgunum sleppur almenningurin at royna seg av álvara.

Leirvík: Teir hava arbeitt av øllum alvi fyri at fáa hesa høllina lidna, og leygardagin var so dagurin, tá fólk fingu høvið at síggja hesa útgerðina.
Enn er høllin ikki latin alment upp. Men sum skilst á stjóranum, Ólavi Olsen so verður hetta ein av fyrstu døgunum.
Í gjár kom ein maður úr Svøríki til Leirvíkar at hyggja eftir øllum. Ætlanin er nú at royna breytirnar, meðan hann er her, soleiðis at møguligar villur kunnu rættast beinanvegin.
Leygardagin var annars opið hús í bowlinghøllini í Leirvík. Og tað er ikki frítt, at áhugin fyri høllini er øgiliga stórur.
Væl omanfyri 200 fólk vóru í høllini henda dagin, og sum skilst komu tey mangastaðni frá: Har vóru sjálvandi flest vitjandi úr Leirvík, men bæði norðoyingar, fuglfirðingar, skálafólk og gøtufólk sóust eisini millum tey vitjandi.
Á skránni var ein lættur biti, og tá klokkan var um seks, fóru fólk á tær seks breytirnar fyri at vísa teimum áhugaðu, hvussu ein røtt bowlinghøll eigur at rigga.
Mong munnu helst gleða seg til løtuna, tá dyrnar verða alment latnar upp.