Tað er nú greitt, at fólk sleppa aftur at skoyta á ísvølli í Havn í vetur.
Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar Býráð at játta pening so at skoytivøllurin aftur kundi verða settur upp í vetur.
Í hesum sambandi vórðu 300.000 krónur játtaðar til endamálið.
Skoytuvøllurin varð fyrstu ferð sett upp í 2011 og hevur verið opin einar tveir mánaðir hvønn vetur.
Tað hevur verið rundan um ársskiftið, at vøllurin hevur verið opin og sum heild hevur nógv fólk verið á honum á jarnskoytum
Hesi árini hevur hann verið á Skálatrøð, í Gamla Kommunuskúlagarðinum og í Kommunuskúlagarðinum.
Men hóast tað er samtykt at skoytivøllurin verður settur upp í vetur, er tað ikki gjørt av, hvar hann skal vera hesa ferð.
Men á býráðsfundinum i Havn í gjárkvøldið segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at helst verður hann settur upp í Gundadali, á parkeringsplássinum ímillum Skýlið við Ovara Vøll, og Badmintonhøllina.
Ført varð fram, at hetta er fyri at sleppa undan at taka fleiri parkeringspláss í miðbýnum til vøllin.
Á býráðsfundinum í Havn varð eisini upplýst, at skoytivøllurin og tekniska útgerðin eru við at verða uppslitin og ótíðarhóskandi, so hetta verður helst seinastu ferð, at hesin vøllurin verður settur upp.
Farið verður nu undir at seta hann upp, tí hann skal lata upp um sama mundið, jólatræið verður tendrað seinast í hesum mánaðinum










