Sleppa aftur at royna seg í ár

Tey, sum hava hug og dirvi at royna seg í kapping, fáa aftur møguleikan í ár

Ungir tónleikarar, sum spæla klassiskan tónleik, og sum hava hug og dirvi at kappast við onnur, sleppa aftur at royna seg í ár.

 

Aftur í ár verður nevniliga skipað fyri tónleikakappingini, Stella Polaris, sum er ein kapping fyri ungar, klassiskar tónleikarar.

 

Stella Polaris er nýtt fyribrigdi í føroyskum tónleikalívi, og kappingin varð á fyrsta sinni hildin februar 2014.

 

Endamálið við at seta sjóneykuna júst á hetta  økið, er at kappingin skal vera eitt íkast til føroyska mentanarlívið.

 

Endamálið er eisini at vísa evnaríkum ungdómum størri ans og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.

 

Stella Polaris 2015, verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 20. og 21. februar. Kappingin er í trimum aldursbólkum, tað eru tónleikarar upp til 13 ár, tónleikarar frá 14-18 ár og tónleikarar frá 19- 24 ár og virðislønir verða latnar í hvørjum aldursbólki sær

 

Í dómsnevndini eru 5 limir: Ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikin sum heild

Myndin er av teimum, sum meldaðu seg til kappingina í fjør.