Smyril Line hevur gjørt av at sleppa ætlanunum um at gera eitt hotel í Sjóvinnuhúsinum.
Hetta hendir, nú tað verður róð uppundir, at Smyril Line ætlar at fáa sær hotel við kommunalum stuðli. Av tí, at hetta ongantíð hevur verið endamálið, er ætlanin slept, sigur Smyril Line nú í morgun.
Nú Tórshavnar Kommuna sóknaðist eftir keypara ella leigara til Sjóvinnuhúsið, lat Smyril Line kommununi eitt tilboð um langtíðarleigu av bygninginum.
- Ætlan okkara var ongantíð at leiga Sjóvinnuhúsið fyri eina ov bíliga leigu, og tí vóru vit eisini samdir, tá kommunan vildi bjóða út Sjóvinnuhúsið til allar áhugaðar leigarar.
Sambært tilboðnum skuldi felagið, umframt at rinda árliga leigu, sjálvt gera eina íløgu upp á umleið 50 milliónir fyri at gera Sjóvinnuhúsið hóskandi hotel.
Tilsamans mettu vit, at kostnaðurin var áleið tað, sum tað annars hevði kostað at latið eitt nýtt hotel byggja.
Í sambandi við tað samskifti, vit høvdu við býráðið, varð eisini tosað um gamla Bacalao-bygningin, og í framhaldi av hesum samskifti gjørdu vit eina ætlan um frítíðardepil.
- Hetta var bert hugskot frá okkara síðu, men vit mettu, at hetta loysti ávísar trupulleikar hjá kommununi, m.a. spurningin um langhyl, sum í hesum umhvørvi kundi rekast lutfalsliga bíliga við sjóhita.
Felagið heldur, at umframt sjálvar leiguinntøkurnar kundi hotell á Vestaru Bryggju givið bæði Tórshavnar kommunu og vinnu- og handilslívinum í býnum stórar avleiddar inntøkur.
Vit hava mett, at vit kundu fáa hotellið at bera til við mettu leiguni og íløguni. Men vit vilja ikki forða fyri at Tórshavnar Kommuna fær ein betri leigara enn okkum.
- Vit vilja heldur ikki reka hotel á Vestaru Bryggju, tá ivi verður sáddur um, hvørt vit eru ein nóg góður leigari. Tað er ikki avgerandi fyri okkum at reka hotel, enn minni, at tað skal vera á Vestaru Bryggju.
Smyril Line hevur tí gjørt av at sleppa øllum ætlanum um at reka hotell í Sjóvinnuhúsinum, sigur Smyril Line, sigur felagið í morgun.