Slepp ella eg slái

Tað vóru boðini, ein 17 ára gamal gav einum javnaldra Mentanarnáttina í fjør uttan fyri Pizzakjallaran.

Hesir vóru hvør í sínum lag farnir at hátíðarhalda Mentanarnáttina og lurta eftir mongu framførslunum.

Av tilvild hittust teir uttan fyri Pizzakjallaran, og tá teir fyri nøkrum árum síðani høvdu spælt ítrótt saman, kendust teir eitt sindur.

Báðir høvdu fingið upp í høvdið, órættaði meiri enn hin skuldsetti, og tá órættaði byrjaði at tríva í eina hálvtóma vodkafløsku, sum ákærdi átti, førdi hetta til harðskapin, sum nú 18 ára gamli maðurin var ákærdur fyri í Føroya Rætti í morgun.

- Eg telji til fimm, og hevur tú ikki slept tá, slái eg, skal hin ákærdi hava ávarað hin um.

Og soleiðis varð.

Órættaði visti bara, at hann varð sligin, men ikki hvussu ofta. Ákærdi segði seg hava sligið nakrar ferðir, men noktaði fyri, at hava sparkað javnaldurin, meðan hesin lá niðri.

Tað visti eitt vitni kortini at siga, og tað sum meira var, so var hesin drongurin – ið somuleiðis var um 17 ára aldur – edrúur. Uttan iva nakað, ið hevur talt væl við í metingini hjá dómaranum.

Hvat so enn er hent, hevur tað verið rímiliga harðligt, tí órættaði drongurin fekk brotið nøsina, sum eftir royndir við gipsi mátti skurðviðgerast, fyri at rætta hana upp aftur.

Ákærin helt, at harðskapurin var so mikið álvarsligur, at ákærdi mátti bøta við 60 dagar treytaleysari fongsulsrevsing. Verjin helt hinvegin, at ákærdi var provokeraður, og at tala í mesta lagi kundi verða um 40 dagar treytaða revsing.

Dómarin valdi gylta millumvegin og dømdi dreingin 60 dagar treytaða fongsulsrevsing við royndartíð í eitt ár.

Tikið varð við dóminum.