Fiskivinna
Skjóttgangandi íslendski útróðrarbáturin av slagnum, Seigur, kemur nú til Føroya á framsýningarferð. Hetta verður vikuskiftið, 10.-13. mai, og ætlanin er at sigla millum oyggjarnar og vísa bátin fram hetta vikuskiftið.
Ellef Ellefsen umboðar bátin í Føroyum, og hann hevur greitt okkum frá, hvussu skráin fyri vitjanina í Føroyum sær út.
Báturin,sum er ein Seigur 1000, verður vístur fram í Sørvági 10. mai frá kl. 19-23, í Runavík 11. mai frá kl. 14-18, Tórshavn 11. mai frá kl. 20-23 og aftur Tórshavn 12, mai frá kl. 10-12 og í Klaksvík 12. mai frá kl. 16-21.
Ellef sigur, at enn er ikki avgjørt, um farið verður til Sands og Hvalbiar við bátinum, men hetta er uppá tal og verður kunngjørt seinni.
- Verður vánaligt veður á leiðini millum Føroyar og Ísland, tá ið farið verður úr Íslandi, kann henda, at tíðarætlanin í Føroyum verður forskotin eitt sindur. Um so verður, verður sagt frá hesum,sigur Ellef.
Seigur 1000 fer úr Vestmannaoyggjunum, týsdagin 8. mai.
Føroyskar snellur
- Báturin, sum kemur til Føroya, er bygdur til Henning Jóhannesson í Grímsoynni, og hetta er skjótasti útróðrarbátur í Íslandi. Seigur 1000 gongur 32 míl. Hann er 10 metrar langur, 3 metrar breiður og er merktur 9,3 brt.
Ellef sigur, at báturin er ógvuliga rúmligur; dekkið er nevniliga 18 fermetrar stórt.
- Henning hevur valt at hava 6 føroyskar Oilwind-snellur í bátinum. Hann hevur eisini línuspæl, og tað er gjørt í Íslandi.
Motorurin er ein Yanmar 6CX-GTE 2, og hann er 500 hk.
- Seigur 1000 hevur eisini bógskrúvu og er lættur at arbeiða við.
Ellef sigur, at nógv ?luksus? er í lugarinum, eitt nú el-komfýrur, sjónvarp, kuldaskáp og mikroovnur.
- So, her verður nógv at síggja hjá teimum, ið hava áhuga fyri bátum, sigur Ellef
Ellefsen.
Seigur 1000 kostar 1,67 milj. krónur.