Sum væntað fekk íslendska manslandsliðið í hondbólti ongar trupulleikar, tá liðið seinnapartin møtti Kili í EM-kappingini í Spania. Í steðginum vóru íslendingar á odda 18-11, og teir vunnu dystin 38-21.
Íslendski venjarin brúkti dystin í dag til at geva nøkrum spælarum meiri spælitíð, enn teir plaga at fáa. Hinvegin sótu nakrir av høvuðsspælarunum meiri á bonkinum, enn teir plaga at gera.
Í kvøld verður ein spennandi dystur í sama bólki, tá Danmark og Russland møtast.










