TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj og hoyr Hafthór Bjørnsson, eisini kendur sum "The Mountain" í sjónvarpsrøðini "Game of Thrones" geva íslendska fótbóltslandsliðnum ein serligan og øðrvísi stuðul, áðrenn íslendingar skulu spæla sín fyrsta EM-endaspælsdyst nakrantíð týskvøldið, har Portugal verður mótstøðuliðið.
Fyri at psyka Portugal við Cristiano Ronaldo niður hóttir Hafthór Bjørnsson Cristiano Ronaldo við, at um hann vágar sær at skora ímóti Íslandi, so fer Hafthór Bjørnsson, sum hann sigur við egnum orðum: - At knúsa skallan á Ronaldo.
So fáa vit at síggja týskvøldið um Cristiano Ronaldo fer at lata seg ávirka av tí, sum Hafthór Bjørnsson sigur.