Íslendskur málverji til MB

MB hevur í dag tryggjað sær ein nýggjan málmann til kappingarárið 2009. Talan er um Málmannin Halldór Ingi Skarphéðinsson.

Halldór, ið er 24 ára gamal ìslendingur, spældi í farna kappingarárið í triðbestu Íslendsku deildini, har hann spældi allar dystirnar fyri felagið BÍ/Bolungarvík.

Halldór verður við tá venjingin hjá MB byrjar aftur, verður sagt í tíðindaskrivi frá MB.