Íslendskur áhugi fyri Brynjari

Íslendski stríðsmaðurin hjá HB kann vera á veg aftur til heimlandið.

Nýklakti føroyameistarin í HB, íslendski Brynjar Hlöðversson, eisini kendur sum Binni, kann vera á veg úr føroyskum fótbólti. Í øllum førum eru boð eftir honum úr heimlandinum.

 

Tað er íslendska heimasíðan fotbolti.net, sum í dag skrivar, at FH og Fylkir eru áhugað í Brynjari, sum hevur verið ein av týdningarmestu spælarunum hjá HB í ár.

 

Formaðurin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen, segði við in.fo fyrr í dag, at teir eru í samráðingum um at leingja sáttmálan við bæði Lassa Thillitz Andersen og Brynjar Hlöðversson.

 

- Vit vilja gjarna hava báðar at halda fram, og tað vita teir eisini. Vit hava gjørt ein lønarstruktur, sum vit ynskja at halda, segði HB-formaðurin.

 

Brynjar Hlöðversson er 29 ára gamal, og heima í Íslandi hevur hann fyri tað mesta spælt við Leiknir í Reykjavík. Leiknir spælir í løtuni í næstbestu deildini.