Íslendskur handil roynir seg í miðbýnum

3. novembur fer íslendski klædnahandilin Zo-on at lata upp handil í miðbýnum í Havn. Talan er um ein pop-up handil, sum verður opin til 12. novembur.

 

Ísak Halldórsson, marknaðarleiðari, sigur, at eftir sum kappingarneytarnir hjá Zo-on, sum til dømis 66 North, hava fingið fótin fyri seg í Føroyum, vilja teir eisini royna seg. Eins og 66 North, selur Zo-on uttanduraklæðir, jakkar og buksur. Zo-on er ein familjufyritøka, sum varð stovnað í 1994.

 

- Tað verður spennandi hjá okkum at koma hendan vegin. Omma mín er úr Føroyum, samstundis sum sølustjórin eisini hevur tilknýti til Føroya. Tí vildu vit eisini royna eydnuna her, sigur Ísak Halldórsson.

 

Tað verður í Dr. Jacobsensgøtu 15, at Zo-on fer at sýna sínar vørur fram.