Íslendsku tollararnir lógu upp á lúr eftir føroyska kjøtinum

Íslendski trolarin "Engey" slapp ikki til lands við kjøti, sum hann hevði keypt í Føroyum. Eftir reglunum skal tað koyrast burtur.

Í summar og í heyst landaði íslendski verksmiðjutrolarin "Engey" fimm ferðir í Føroyum. Tá fiskaði "Engey" í altjóða og føroyskum sjógvi, men tá tað í oktober fór í íslendskan sjógv at royna, slapp tað ikki at landa í Føroyum. Tí sambært íslendskari lóg skal fiskur, sum íslendsk skip veiða í íslendskum sjógvi, landast í Íslandi.

Tær ferðirnar, "Engey" landaði í Fuglafirði, keypti skipið proviant har. Tá "Engey" so aftur kom til Íslands at landa, komu tollararnir umborð. Har komu teir fram á føroyskt kjøt, sum skipið hevði keypt í Fuglafirði. Tollararnir gjørdu vart við, at tað er ikki loyvt at innflyta feskt útlendskt kjøt. Teir hóttu við at taka kjøtið, men tað eydnaðist reiðarínum at fáa teir ganga við til, at kjøtið varð verandi umborð.

Herfyri var "Engey" aftur inni og landaði. Hóast skipið bara hevði verið í íslendskum sjógvi og ongantíð verið inni, komu tollararnir aftur umborð, so skjótt tað hevði lagt at bryggju. Tað vísti seg, at millum 400 og 500 kilo vóru eftir av tí føroyska kjøtinum, og hesaferð var eingin bøn. Tollararnir løgdu hald á føroyska kjøtið og fóru við tí.

Ingimundur Ingimundarsson, rakstrarstjóri hjá reiðarínum HB Granda, sigur við Sosialin, at tað tykist, sum at tollararnir hava ligið upp á lúr eftir "Engey", tí skipið hevði føroyskt kjøt umborð.

-Vit bjóðaðu teimum at innsigla kjøtið umborð, til skipið fór útaftur, men har var einki at gera. Hetta er púra burturvið, sigur Ingimundur Ingimundarsson. Íslendsku reglurnar siga, at í slíkum førum skal tollvaldið beina fyri kjøtinum, men reiðaríið veit ikki, um tað er gjørt.

Rakstrarstjórin hjá HB Granda heldur tað annars vera løgið, at reglurnar eru øðrvísi fyri fiskiskip enn farmaskip, tí hevur eitt farmaskip feskt útlendskt kjøt umborð, krevur tollvaldið bara, at tað er innsiglað, so leingi skipið liggur í havn.