Av teimum 35 kapitlunum hava partarnir tingast um teir 11, og átta eru avgreiddir. Á fundi millum íslendska uttanríkisráðharrin, Össur Skarðhéðinsson, og ES-kommiserin Stefan Füle nú um dagarnar bleiv avgjørt at fara undir tríggjar kapitlar afturat. Teir snúgva seg um ymisk fíggjarviðurskifti.
Stefan Füle, sum umsitur samráðingar við umsøkjaralond, segði aftan á fundin við Össur Skarphéðinsson, at í hesum umfarinum tók Ísland eitt týðandi stig í samráðingunum um limaskap, og hann rósti íslendingum fyri tað, sum er komið burturúr í ár.
Íslendska stjórnin ætlar sær at fara undir samráðingar um nakrar kapitlar afturat longu tíðliga næsta ár, tá Danmark hevur formansskapin í ES.
Eiga at steðga
Andstøðan í Altinginum vil hava stjórnina at steðga við samráðingunum. Andstøðuumboðini í teirri uttanríkispolitisku nevndini hjá Altinginum siga, at tær broytingar, sum ES-leiðararnir júst hava samtykt, eru so víttfevnandi, at Ísland eigur at endurskoða sína umsókn um limaskap.
Umboðini ætla at skipa fyri einum fundi, har serfrøðingar skulu greiða frá, hvørja ávirkan tær ætlaðu broytingarnar kunu fáa á Ísland sum ES-lim.