Íslendskt manskór í Vesturkirkjuni

Í dag klokkan 17 verður konsert í Vesturkirkjuni við íslendska manskórinum Stefnir.

 

Orkestrið varð sett á stovn í 1940, og var fyrsta framførslan í Brúarlandi í Mosfellssveit í Íslandi.

 

Kórið taldi í byrjanini 20 limir og er í dag tvífaldað til 40 virknar sanglimir.

 

Manskórið Stefnir fekk heiðurseitið: Bæjarlistamaður Mosfellsbæjar í árinum 2000, sum er mentanarvirðisløn, útlutað av Mosfellsbæ.

 

Skráin til konsertina er fjølbroytt og skemtiligur blandingur av popp-, musikal-, og operusangum av íslendskum og utlendskum høvundum.

 

Solistar eru Jógvan Hansen og Kristin R. Sigurðardóttir.

 

Klaverspælari er Guðríður S. Sigurðardóttir, og tónleikastjóri er Julian Michael Hewet.