Í hesi vikuni kemur eitt íslendskt manskór, Karlakór Kópavogs, til Føroyar, her tey fara til Klaksvíkar og til Havnar at vitja.
Á Føroyaferðini eru 32 mans við í ferðalagnum og her fara tey at vitja Tórshavnar Manskór og hava konsert saman við teimum í Havn fríggjadagin.
Annars verður konsert í Skúlanum við Ósánna leygardagin klokkan 15 og tá verða 17 sangarar eisini við.
Brot úr skránni, sum verður at hoyra í Skúlanum við Ósánna - leygardagin 6. okt. kl. 15 er hesir sangirnir:
Syng fyrir mig
Þei, þei og ró, ró
Rússneska syrpa
Ólafur Tryggvason
Látum sönginn hvellan hljóma
Per te dimennso
Signore
Þakkarbæn
Nóttina út
Sveinar kátir syngið
Í Youtube brotinum niðanfyri, syngur kórið, Sveinar kátir syngið,