Íslendskt kór vitjar í Føroyum á hvítusunnu

Hesa næstu vikuna vitjar eitt kirkjukór úr Mosfellsbær í Íslandi í Føroyum, fyri at hava konsertir kring alt landið.

 

Í kvøld klokkan 20 hevur kórið konsert í Vesturkirkjuni, har M.C. Restorff og vinfólk eisini taka lut.

 

Annars fer kórið at framføra í Dómkirkjuni, í Hùsavíkar kirkju, Christianskirkjuni í Klaksvík, Deplinum í Skálavík, Siloa í Fuglafirði, Ebenezer í Havn, og í Tilhaldinum í Havn.

 

Í morgun prátaði Rás2 við ferðaleiðaran, Regin Eysturoy Grímsson, sum er sonur kavaran, Grím Eysturoy.

 

Prátið kann hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini.