Tey hava konsert í Vesturkirkjuni í Havn leygardagin 18. mai klokkan 17, og sunnudagin 19. mai klokkan 14 á Skúlatrøð í Klaksvík.
Umleið 40 sangarar eru í kórinum. Petra Pálsdóttir stjórnar kórinum. Baldvin Kr. Baldvinsson syngur solo. Valmar Valjaots spælir undir, verður sagt í tíðindaskrivi.
Konsertirnar eru ókeypis.