Eitt flogfar hjá íslendsku sjóverjuni var í Vágum í gjár eftir einum manni, sum hevði fingið skaða í ferðsluóhappi, og sum skuldi á Landspitalan í Reykjavík til viðgerðar.
Flogfarið fór úr Íslandi um middagsleitið og lendi í Vágum tveir tímar seinni. Við vóru trý starvsfólk hjá Landspitalanum. Klokkan 17.30 fór tað avstaðaftur og setti seg í Reykjavík kl. 19. 30 við sjúklinginum, sum alt fyri eitt varð fluttur á sjúkrahúsið.
Myndin er tikin inni í íslendska sjóverjuflogfarinum (Mynd: Morgunblaðið).