Tad verður blanding av contry & rocktónleiki, tá føroyski contrybólkurin The Reverends og Íslendski rockbólkurin Croisztans fara at undirhalda á Skarv Leygarkvøldið Teir fimm, ið manna bólkin The Reverends, búgva allir í Keypmannahavn, og eru serliga kendir úr ymiskum rokkbólkum. Sangari er Niclas Thorsteinsson, Janus Kampman spælir steelguitar, Kristin Nolsøe Bech spælir bass, Jens Virgar Jacobsen spælir á gittar og syngur kór og Rúni Mouritsen situr handan trummurnar
Croisztans er ein blanding av tónleikarum úr Íslandi og Danmark, men ?alment? eru teir í bólkinum fríheitskemparar fyri eitt íspunnið land, nevniliga eystureuropeiska landið Croisztan.