Innanhýsis misnøgd ger, at felagið hjá íslendskum útróðrarmonnum fer í tvíningar Teir, sum hava tær minstu útróðrarkvoturnar í Íslandi, hava gjørt av at taka seg burtur úr felagnum hjá smábátaeigarunum og at stovna egið áhugafelag
Teir misnøgdu útróðrarmenninir halda, at felag teirra tosar ikki longur søk teirra, sum hava smáar kvotur ella ongar kvotur. Harafturímóti tykist felagið siga tað, sum íslendska reiðarafelagið sigur.
Teir misnøgdu útróðrarmenninir eru í ferð við at fyrireika stovnandi aðalfund av nýggjum felagi, og ætlandi verður fundurin í næstu viku, skrivar Morgunblaðið.