Seks íslendskir sparikassar biðja nú stjórnina um almennar pengar Í umsóknini vísa teir seks sparikassarnir til lóg, sum Altingið samtykti í desember, og sum ásetir reglur fyri almennum styrki til sparikassarnar.
Sambært upplýsingum frá fíggjarmálaráðnum hevur ráðið fingið umsókn frá millum annað sparikassunum í Keflavík, Vestmannaoyggjunum og á Norðfirði.
Samstundis hevur fíggjareftirlitið yvirtikið sparikassan Spron, sum Eikgrunnurin eigur í. Avgerðin merkit, at grunnurin hevur mist sín pening.