Føroyska U21-landsliðið spælir í kvøld venjingardyst ímóti íslendska liðnum, KA Akureyri, sum er á venjingarlegu í Føroyum í hesum døgum. Venjararnir hjá Akureyri eru navframu Sverre Jakobsson og Ingimundur Ingimundarson, sum í mong ár mannaðu miðverjuna á íslendska hondbóltslandsliðnum.
KA Akureyri kom til Føroyar fríggjadagin, og íslendingarnir vera í Føroyum til mikudagin. KA Akureyri spældi í gjár venjingardyst ímóti H71 í Hoyvíkshøllini, og sum skilst vann Akureyri hendan dystin 24-19.
Ingimundur Ingimundarson og Sverre Jakobsson eru í dag ávíkavist 36 og 39 ára gamlir. Teir gjørdu fyrst og fremst um seg í verjuni á hondbóltsvøllinum. Báðir hava spælt yrkishondbólt í Týsklandi, men hæddarpunktið á yrkisleiðini hjá teimum var óivað í Beijing í 2008, tá ið Ísland kom í OL-finaluna ímóti Fraklandi. Hesa finaluna taptu íslendingar tó.
Dysturin ímillum føroyska U21-landsliðið og KA Akureyri byrjar klokkan 19.30 í høllini á Hálsi í kvøld.