Í septembur fara tveir íslendskir sjónleikarabólkar og ein tónleikabólkur at vitja í Føroyum. Tey fara at framføra báði í Tórshavn og úti í Nólsoy. Leikbólkurin Stoppleikhópurinn sýnir virðislønta leikin Bólu-Hjálmar, sum er um hetta fjølgávaða almúguskald, ið alla sína tíð mátti líða undir fátækt, illvilja frá grannum sínum og órættvísi frá myndugleikunum. Hann legði eftir seg stórfingnan skaldskap, har mótstøðumenn hansara fáa av at vita.
Tímamótaverksmiðjan sýnir leik um Jørund Hundadagakong, ið tók valdið í Íslandi frá danska-norska konginum og sjálvur gjørdist einaræðisharri í landinum bláa summarið 1809. Søgan um Jørund er ótrúlig. Hann var fyrsti dani, sum sigldi kring knøttin, og harumframt var hann á stórhvalaveiði í Suðurhøvum, landkannari og njósnari. Men hann drakk illa og hevði ta sjúkligu trongd at spæla um pengar, kom sær í óføri og varð dømdur í útlegd í Tasmaniu. Søguna siga tveir leikarar og tríggir tónleikarar: Spæl, songur, dansur og frágreiðing eru samantvinnað.
Tónleikabólkurin Ljótu hálfvitarnir, t.e. Ljótu býttlingarnir, er ein hin best umtókti tónleikabólkurin í Íslandi og sigst vera hin stuttligasti, gløggasti og mest undirhaldandi tónleikabólkurin í landinum. Framførslur teirra eru verdar at uppliva. Sjálvir siga teir seg bert vera nakrar óbúnar býttlingar av Norðurlandinum, sum royna at hugna sær saman. Í bólkinum eru níggju menn, sum spæla á mong ymisk ljóðføri. Framførslurnar eru eitt slag av kabarett, har skemt og spæligleði liggja fremst í huga.
Framførslurnar verða í Gamla reinsaríi fríggjakvøldið, í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið og í Nólsoy sunnudag.