Í kvøld koma 44 íslendingar til Føroya at kunna seg nærri um føroyskan búskap og føroyskt vinnulív.
Íslendingarnir umboða í stóran mun pensjónskassar og peningastovnar. Men eisini umboð fyri íslendsku fjølmiðlarnar eru við.
Fyrrapartin í morgin, týsdagin, vera ymiskar framløgur fyri íslendsku gestunum í Norðurlandahúsinum. Millum annað verður kunnað um føroyskan búskap, fiskivinnuna, eina møgliga føroyska oljuvinnu og undirsjóvartunnil um Skálafjørðin. Íslendsku gestirnir fara eisini at vitja listaðu fyritøkurnar Eik Banka, Føroya Banka, Atlantic Airways og Bakkafrost. Tíð verður eisini til ein rundtúr í Havn, og týskvøldið hevur íslendski ambasadørurin, Albert Jónsson, boðið til móttøku, áðrenn farið verður í Listaskálan til døgurða, har eisini mentunarlig innsløg verða.
Tað er Virðisbrævamarknaður Føroya, sum hevur boðið íslendarunum henda veg.









