Larmurin var øgiligur á Kongabrúnni seinasta leygardag, tá fleiri íslendskir Formula Off Road stóðu við motorunum í gongd á parkeringsplássinum.
Bilarnir, sum vóru sjey í tali, vórðu rættuliga sermerktir á allan hátt - sóu út sum heimagjørdir kassabilar. Teir eru gjørdir til at kunna koyra allastaðni, um tað so er í leysari luft, sum vit síggja á myndunum.
Við í íslendska ferðalagnum vóru eini 30 fólk, sum skulu til Formula Off Road Open í Vormsund í Norra komandi vikuskifti. Har vera tilsamans 46 tílíkir bilar úr Danmark, Svøríki og Norra. Nógvir íslendingar fara við flogfari til Norra at hyggja eftir koyringini í Vormsund - tilsamans verða tey eini hundrað fólk í tali. Kappingin verður leygardagin 22. og sunnudagin 23. mai.
Í Íslandi hava limirnir í Iceland Racing Team "treff" sjey ferðir árliga.