Íslendski heilsumálaráðharrin á vitjan: Møguligt samstarv millum Føroyar og Ísland á heilsuøkinum

Landstýriskvinnan í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, hevur havt vitjan av íslendska heuilsumálaráðharranum Ingibjørg Pálmadóttir. Tær hava havt fund um møguligt samstarv á heilsuøkinum og í mars fer Helena Dam á Neystabø til Íslands á vitjan og tá verða møguliga meira bindani stig tikin.

Ingibjørg Pálmadóttir, íslendskur heilsumálaráðharri, hevur vitjað í Føroyum. Í gjár fór hon av landinum aftur. Talan er ikki um almenna vitjan, men um ferð, har Helena Dam á Neystabø og Ingibjørg Pálmadóttir hava havt sonevndan arbeiðsfund um møguligt samstarv.

Á tíðindafundi í gjár greiddu tær frá tí, ið komið er fram til á vitjanini.


Til Íslands í mars mánað

Helena Dam á Neystabø greiddi frá, at ymiskt er, sum bindur saman. Hóast Ísland er stórt, ið mun til Føroyar, so er tað tó lítið í heimshøpi. Og tað, ið serstakliga hevur áhuga í møguligum samstarvi, er krabbamein og húðsjúkur, har íslendingar eru frammaliga í læknavísind.

Ingibjørg Pálmadóttir helt, at Íslendingar og føroyingar hava nógv at tosa um og nevndi hon, at føroyingar í mong ár eru komnir í Bláa Lón at søkja heilsubót fyri húðsjúkur.

Í mars mánað fer Helena Dam á Neystabø til Íslands. Tá verða møguliga meiri bindandi stig tikin ella kanska stig enntá verða tikin til beinleiðis samstarv.

Útnorður Ráðið skal eisini hava stevnu í Føroyum í summar og eisini tá gerst møguleiki at tosa nærri saman.


Fleiri møguleikar

Helena Dam á Neystabø og Ingibjørg Pálmadóttir eru samdar um, at tað er umráðandi, at sjúklingar hava fleiri møguleikar í at velja og at møguligt samstarv gevur hesar møguleikar.

Helena Dam á Neystabø leggur dent á, at skal ein kunna halda høgt støði, so skal eisini ávís rutina til. Her metir hon, at báðir partar kunnu hava fyrimun av samstarvi.

Eisini eru tær samdar um, at neyðugt og týdningarmikið er við sera greiðum og einføldum mannagongdum. Tað skal ikki vera nakar stórur trupulleiki viðvíkjandi mannagongd, um sjúklingur ynskir at søkja sær heilsubót í Íslandi, heldur enn t.d. Danmark.


Arvafrøði

Eisini innan arvafrøði, ella gen-teknologi, er áhugi at samstarva. Helena Dam á Neystabø metir, at tað er áhugavert at vita, hvussu íslendingar tryggja sjúklingarnar sínar í samband við arvafrøðina.

Ætlanir eru um at gera meira burturúr hesum. T.d. eru ætlanir um fáa fólk úr Íslandi hendavegin at halda fyrilestarar um nýggjaru arvafrøðina í Íslandi. Eisini skal røðast um etisku spurningarnar í samband við arvafrøði. Ætlanin við hesum er at menna skilagott kjak hesum viðvíkjandi.

Íslendski heilsumálaráðharrin fór av landinum í gjár. Stutta vitjanin hjá Ingibjørg Pálmadóttir hevur fyribils givið úrslit. Tá Helena Dam á Neystabø í mars fer til íslands, er ætlanin at taka stig til samstarv.