Íslendski forsetin vitjar Føroyar í mai

Undir vitjanini hitta íslendsku forsetahjúnini Landsstýrið, Løgtingið, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur.

 

Tað sigur løgmansskrivstovan í dag.

 

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, og forsetafrú, Eliza Jean Reid, koma til Føroya á almenna vitjan 15. til 19. mai. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

 

Undir vitjanini hitta íslendsku forsetahjúnini Landsstýrið, Løgtingið, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur.