Íslendski forsetin kemur til Føroya í dag

Íslendski forsetin, Guðni T. Jóhannesson, og forsetafrú Eliza Jean Reid, koma til Føroya í dag á almenna vitjan. Hetta er fyrsta vitjan í Føroyum hjá sitandi forseta Íslands.

 

Dagurin í dag verður brúktur vesturi í Vágum, har vitjað verður millum annað á í Gásadali, á Hiddenfjord og á krígssavnininum.

 

Eisini verður vitjað á musikkskúlanum í Sørvági, har løgmaður og forsetin eisini skulu hava sín fyrsta fund saman á hesi føroyavitjanini.

 

Forsetahjúnini verða í Føroyum inntil fríggjadagin.

 

Guðni T. Jóhannesson er søgufrøðingur og starvaðist á Háskóla Íslands sum lektari í søgu áðrenn hann bleiv valdur til forseta tann 1. august í fjør.