Í gjár byrjaðu fiskiveiðisamráðingarnar fyri ár 2000 millum Ísland og Føroyar á Hotel Hafnia í Havn.
Hetta er fyrstu ferð, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skal samráðast við nýggja íslendska fiskimálaráðharran, Árna M. Mathiesen. Áður hava samráðingarnar verið við fyrrverandi fiskimálaráðharran, Þhórsetin Pállson.
Jørgen Niclasen sigur, at samstarvið var ógvuliga gott við Þhórstein Pállson, og vónar hann, at sama fer at verða galdandi við samstarvinum við Árna M. Mathiesen.
? Fyri samráðingarnar í ár er einki serligt á skránni. Vit skulu bara syrgja fyri at halda fast upp á tey rættindi vit hava, sigur Jørgen Niclasen og vísir á, at hetta væntandi fer at bera til. Sum hann hevur skilt, er nýggi íslendski fiskimálaráðharrin eins stórur føroyavinur, sum aðrir íslendingar.