Íslendski búskapurin veksur aftur í 2010

Sambært seinastu forsøgnunum hjá íslendska fíggjarmálaráðnum, verður talan um búskaparvøkstur í 2010

Búskapur

 

Hetta framgongur av greining, sum er latin OECD, og sum eisini er endurgivin á heimasíðuni hjá føroyska Landsbankanum.

Íslendska fíggjarmálaráðið metir m.a. fyri 2009, at tøka inntøkan hjá íslendsku húsarhaldunum, minkar 11% og arbeiðsloysið verður 9% í miðal. Privata uppsparingin er økt og eftirspurningurin lækkaður. Almenna og privata nýtslan minka ávikavist uml. 21% og 25%, og fyri búskapin sum heild verður mett, at BTÚ minkar við 10,6% í 2009.

Roknað verður við BTÚ-vøkstri á 0,5% longu í 2010, hóast privata nýtslan framhaldandi verður lutfalsliga lág. Høvuðsorsøkin til hesa vend skyldast serliga stórar íløgur í orkuframleiðslu.

Í 2011 verður BTÙ-vøksturin mettur til 5%, serliga orsaka vøkstri í privatari nýtslu og íløgum. Men harumframt betrar viknaða íslendska krónan um kappingarevnið, og útflutningurin væntast at økjast so mikið, at talan verður um handilsjavnaavlop í 2011 svarandi til uml. 6% av BTÙ. Eftirspurningurin verður sostatt í størri mun enn áður rættaður mótvegis innlendis framleiðslu heldur enn innflutningi. Við hesum hava íslendskar vørur og tænastur kappingarfyrimun, og summir íslendskir framleiðarar eru hervið minni raktir av kreppuni enn annars.

Forsøgnin fyri 2012-2014 vísir ein árligan vøkstur í BTÙ á 2,6%, lágan og støðugan prísvøkstur á uml. 2,5% og eitt gjaldsjavnahall á 1,5% av BTÚ. Arbeiðsloysið væntast at verða 4% í miðal tá búskapurin aftur kemur í javnvág.