Íslendski að­al­­konsulin far­in til arbeiðis

Í dag var fyrsti ver­u­ligi arbeiðsdagurin hjá íslendska að­al­kons­u­l­i­num í Fúta­stovu eftir móttøkuna í Norð­ur­land­a­húsi­num í gjár

67 ára gamli Eiður Guðn­a­son hevði í dag sín fyrsta ar­beiðsdag sum íslendsku að­al­kons­ul í Føroyum. Í gjár var móttøka í Norð­ur­land­a­hús­i­num, og í dag byrjaði van­ligi arbeiðsdagurin í Fút­a­stovu, sum komandi ár­i­ni skal húsa íslendska að­al­kons­ulatinum.
Dagurin í dag hevur ver­ið meiri merktur av at fáa tey praktisku tingini at virka, heldur enn stórum hug­sjón­um millum londini bæði.
- Konan og eg vita, hvar vit skulu búgva, men áðrenn vit kunnu flyta inn, skulu húsini setast í stand, og tað fer helst at taka einar tveir mánaðir, sigur Eiður Guðnason, sum eisini nýtti fyrsta dagin til at fara í bankan og at vitja løgmann úti í Tinganesi.
Afturat sær hevur íslendski að­al­konsulin ein skrivara, sum er ein íslendsk kvinna, ið hevur búð í Føroyum í 10 ár.
- Vit hava havt nokk at gjørt og hava fingið nógvar heil­s­anir við blómum og gáv­um. Upplatingin hevur hev­ur eisini fingið stóran ans í Íslandi, og bæði sjónvarp og aðrir íslendskir fjølmiðlar hava verið á vitjan, sigur Eið­ur Guðnason, ið sær sær tað sum sína størstu uppgávu at knýta bondini millum Før­oyar og Ísland uppaftur tætt­ari.
- Áhugin fyri Føroyum í Ís­landi er stórur, og tað verður sjálv­andi ein týdningarmikil uppgáva hjá mær at fremja hetta samstarvið.
Fyri trimum vikum síðani, tá Eið­ur Guðnason kom fyrstu ferð at skoða viðurskiftini í Føroyum, segði hann, at tað finnast valla nøkur øki, har føroyingar og íslendingar ikki kunnu samstarva. Til døm­is innan handil, ídnað, heilsu og ikki minst á ment­un­n­arøkinum.