Tað var ein føroyskur dómari og ein føroyskur hjálpardómari á vøllinum, tá ið Keflavík og HK fyrradagin brustu saman í næstbestu íslendsku deildini. Talan var um dómaran Rúna Gaardbo og hjálpardómaran Jan Andersen.
310 áskoðarar vóru til hendan dystin á Nettóvöllinum í Keflavík, har heimaliðið vann 3-1 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikssteðginum. Rúni Gaardbo gav einki kort, og tað fær hann rós fyri frá íslendingum.
- Rúni lat dystin flóta væl og megnaði at koma ígjøgnum hann uttan at geva nakað kort. Sera góður dystur hjá føroyinginum, skrivar heimasíðan fotbolti.net um avrikið hjá føroyska dómaranum.