Ein útlendsk fyritøka, sum er sáttmálabundin til eitt ávíst arbeiði í Føroyum, er ikki skattskyldug í Føroyum, um hon lúkar treyturnar í norðurlendska dupultskattasáttmálanum.
Útlendsk arbeiðsmegi sum kemur til Føroyar, antin í starvi hjá t.d. TG-Verk ella í starvi hjá útlendskari fyritøku, sum kemur her, sum sáttmálabundin undirarbeiðstakari hjá t. d. TG-Verk, er heldur ikki skattskyldug í Føroyum, um hesi arbeiðsfólk lúka treyturnar í norðurlendska dupultskattasáttmálanum.
Hesar fyritøkur skulu tí ikki gjalda lønir gjøgnum ta føroysku skattaskipanina. Tær gjalda lønir sum vanligt gjøgnum skipanina, sum er galdandi í tí landi, har fyritøkan er skrásett.
Tað sum er skrivað omanfyri kunna øll fáa staðfest við at venda sær til TAKS og biða um avrit av hesum sáttmála.
Tað kundi tí verið eitt uppskot at hesir fingið sær eitt avrit - Vinnumálaráðið - Løgtingslimir - vinnuhúsið - Arbeiðsmannafeløg - Fjølmiðlafólk. Setið tykkum í samband við TAKS og fái eitt avrit.
Tað almenna Føroyar, og okur stuðla hesum, hevur samtykt, at føroyingar skula hjálpa til at fáa grannan aftur á føtur. Hesin liggur í løtuni.
Tí kann tað ikki vera meiningin at seta lógir í gildi, sum beinleiðis forða hesum.
Sambart norðurlendskari hugsan skal norðurlendsk arbeiðsmegi og
fyritøkur kunna ferðast frítt millum norðurlond.
Føroyar eru partur av hesari hugsjón. Tí kunna okur ikki fara at lóggeva ímóti hesari hugsjón! Tað ber ikki til.
Mín áheitan til okra fólkavaldu vil tí vera, latið vera við at gera annað enn at biðja TAKS halda efturlit við at landsins skattalógir vera hildnar, tá ið útlendskar fyritøkur og arbeiðsfólk koma hendavegin.
Hettar kan gerast við at biðja um avrit av sáttmálum v.m. - allar útlendskar fyritøkur skulu M.V.G. skrásetast í Føroyum.
Um tær ikki hava sáttmála, sum uppfyllur treyturnar í dupultskattasáttmálanum, eru tær skattskyldugar í Føroyum frá 1. degi at rokna.
Hettar kann TAKS gera teimum greitt og syrgja fyri at hettar verður yvirhildið.
Um útlendska fyritøkan gerst skattskyldug í Føroyum, skal øll lønin gjaldast umvegis ta føroysku skattaskipanina.
Tá skuldi verið møguligt hjá politikkarum at kunna staðfest, um tað eru lønarviðurskiftini í t. d Íslandi, sum gera at føroyskar fyritøkur ikki longur tykjast vera kappingarførar. Mest sum yvir eina nátt.
Livst so spyrst.